FM1: Fegnast um at kvinnurnar fáa størri umrøðu

(FM1) Hoyr samrøðuna, ið var í SportBoxini við Jacobu Langgaard (ÍVB) og Hannu Olsen, ungdómsvenjara hjá Víkingi

##med2##

Reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig hevði eisini kvinnufótbólt til umrøðu í SportBoxini á FM1 seinnapartin í dag, tá hann sendi beinleiðis frá Víkinga-húsinum í Sarpugerði í Norðragøtu.

Jacoba Langgaard hjá ÍVB (stytting fyri felagsliðið ÍF/Víkingur/B68) í Betrideildini, og Hanna Olsen, ungdómsvenjari hjá Víkingi vitjaðu SportBoxina fyri at røða um kvinnufótbólt.

Bæði Jacoba og Hanna fegnast um, at FSF við Mariu Ziskason Nesá á odda gera nógv burturúr Betrideildina hjá kvinnum.

Petur Asbjørn Lervig frittaði eisini Jacobu Langgaard um vónirnar fyri komandi kappingarári í Betrideildini hjá kvinnum.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Jacobu Lervig og Hannu Olsen

HER  ber til at hoyra Fótbóltspanelið á FM1, ið Tróndur Arge reikaði fyri. Gestir vóru Víkinga-legendan, Hanus Jacobsen og Jákup Ósá frá Norðlýsinum og bolt.fo. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við formennirnar hjá Víkingi og ÍF, Brandur Jacobsen og Georges Rouah.

Tríggir dystir verða spældir í Betrideildini hjá kvinnum sunnudagin:

(Kelda: FaroeSoccer)

 

(Samrøður: Hanna Olsen og Jacoba Langgaard)