##med2##
- Eg eri framúr væl nøgdur, men hevði ynskt ein javnleik. U21-landsliðsvenjarin, Sámal Erik "Bagge" Hentze kann vera errin av leikliga avrikinum hjá sínum monnum í einum dysti, har verandi EM-vinnararnir, Spania máttu seta sína stóru AC Milan-stjørnu, Brahím Diaz inn fyri at kunna knógva Føroyar.
Føroyar – Spania 0-2 (0-0)
U-21 EM undankappingardystur
0-1: Brahím Diaz 51.
0-2: Brahím Diaz 91.
Týsdagin klokkan 17 møtir Føroyar einum liði sum hevur bert fýra stig fleiri enn vit, nevnliga Montenegro, ið tapti 1-2 móti Ísrael á heimavølli í kvøld.
Bagge ávarar ímóti, at fólk byrja at tosa føroyska liðið inn í ein favorittleiklut: - Vit mugu altíð stríðast hart fyri at fáa eitt gott avrik, og eitt gott úrslit, og tað mugu vit eisini gera í komandi dysti. Men Bagge letur ongan iva verða um, at U21-landsliðið ætlar at stríðast fyri at fáa stig móti Montenegro.
FM1 sigur beinleiðis frá dystinum, ið byrjar klokkan 17 týsdagin á Svangaskarði á Toftum.
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við liðformannin, Petur Knudsen.
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við málverjan, Róa Zachariassen.
##med3##












