##med2##
Orð eru fátøk, og allar Ítróttarføroyar senda bestu ynskir og hjartans tøkkir til fantastiska og evnaríka U17 manslandsliðið, ið vann gull í European Open í Gøteborg í Svøríki. Best av 24 londum í sama aldursbólki.
Omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Frásøgnin hjá Hilmari Jan Hansen, ið var í essinum av seinna hálvleiki av finaluni, har Føroyar skelkaðu áskoðarafjøldina í Scandinavium marghøllini í Gøteborg í Svøríki við uppvísningshondbólti.
2) Hoyr skilagóða viðmerkingarnar og eygleiðingarnar hjá Helga H. Hoydal gjøgnum allan hálvleikin.
3) Hoyr dystarendan og fyrstu løtuna aftaná.











