##med2##
Fótbólts-Føroyar vóru gjøgnum ein rutsjibanatúr í kvøld í heimadystinum í Nations League móti Malta.
Vit vóru frammanfyri 1-0 við einum góðum stútara frá Klæmint A. Olsen. Tá eitt stórt korter var eftir vóru vit aftanfyri 1-2, og so hendi tað ótrúliga.
Lava javnaði til 2-2 við einum rimmarskoti aftaná eitt fantastiskt forarbeiði av Sølva Vatnhamar. Og í yvirtíðini syrgdi Brandur H. Olsen fyri vakrasta frísparksmálinum í landsliðssøguni (orsaka Øssur Hansen og Súni Olsen).
Føroyar – Malta 3-2 (1-1)
1-0: Klæmint A. Olsen (25.)
1-1: Jürgen Degabriele (37.)
1-2: Andrei Agius (73.)
2-2: Andreas Lava Olsen (87.)
3-2: Brandur H. Olsen (90.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá teimum fimm málunum og dystarendanum. Jens Martin Knudsen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.
2) Hoyr Jens Martin taka samanum minniliga dystin, har landsliðið fann nakrar avgerandi resursir fram í teimum avgerandi løtunum.
3) Hoyr samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við fegnu málskjúttarnar, ið bjargaðu degnum fyri Føroyar, Lava og Brand H. Olsen. Brandur greiðir frá, at hann rakti ikki ein bólt rætt undir venjing ígjár, og tí var kenslan eyka góð. Mintur á, at tað eru liðin 11 ár síðani hann skoraði seinast á landsliðnum svaraði Lava: - Jamen tað málið var eisini gott (mál móti Eysturríki á útivølli í 2009). Brandur sigur, at hann hevur ikki verið so fegin í longri tíð.
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við landsliðsvenjaran, Håkan Ericsson.
##med3##