FM1: Endurhoyr "Hondbólts-bjargingina" hjá Skotlandi og samanumtøku

(FM1) Hoyr hvussu Skotland fekk eitt ivasamt sigursmál, og hoyr Trónd Arge og Jens Martin Knudsen taka samanum eitt gott leikligt avrik

##med2##

 

Hetta hevur verið ein góður dagur uppá nógvar mátar við góðum føroyskum og skotskum vinarlagi uttanfyri vøllin, ikki minst við stóru peningagávunum til Javna. Tað manglaði bara ein uppiborin javnleikur móti Skotlandi á vøllinum, so hevði dagurin verið fullkomin, men tað sluppu vit ikki at uppliva aftaná eitt VAR-panel bøldi fleiri minuttir omaná avgerðini um eitt avgerandi mál, og tað fall til Skotland, og skotar kunnu bókstaviliga fegnast um eina "hondbólts-bjarging", ið gevur teimum trý stig. Súrt, men vit kunnu bara lyfta hattin av fyri hugburðinum og stríðsviljanum hjá føroyska liðnum.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

 

1) Hoyr Trónd Arge, frásøgumann hjá FM1 og Jens Martin Knudsen, viðmerkjara siga frá og seta orð á keðiliga og avgerandi málið.

 

2) Hoyr Trónd og Jens Martin taka samanum eitt rimmar leikligt avrik hjá føroyska liðnum, men málini mangla og tað meir enn nakað er tað, ið kostar okkum stigini. 

 

Føroyar – Skotland 0-1 (0-0)

 

0-1: Lyndon Dykes 86. 

 

Føroyar: Teitur Matras Gestsson – Gilli Rólantsson Sørensen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal (Hørður Askham, 58.), Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen (Petur Knudsen, 59.) – Hallur Hansson (John Frederiksen, 91.), Brandur H. Olsen, Gunnar Vatnhamar, Ári Mohr Jónsson – Jóan Símun Edmundsson (Klæmint A. Olsen, 93.)

 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Gunnar Nielsen, Mattias H. Lamhauge, Jóannes K. Danielsen, Jóannes Bjartalíð, Sølvi Vatnhamar, Tróndur Jensen, Hannes Agnarsson

 

Gult kort: Brandur Hendriksson Olsen

 

Venjari: Håkan Ericson

 

Hjálparvenjari: Eli Hentze