FM1: Endurhoyr dramatiska dystarendan Neistin-Kyndil 25-25 (8-12)

(FM1) Hoyr Sjúrð H. Hoydal siga frá seinastu dramatisku minuttunum, og hoyr samrøðu við venjaran hjá Neistanum, Kára Horn

##med2##

Tað skal vera javnt, og tað skal vera dramatiskt tá neistakvinnur og kyndilskvinnur spæla ein avgerandi dyst í Faxe Kondi kappingini ella í landskappingini.

Tað var heldur ikki nakað undantak í fyrru hálvfinaluni í høllini á Hálsi, har Neistin í kvøld var heimaliðið. Tó lá drama´ið ikki og lúrdi í steðginum. Tá var Kyndil á odda 12-8, men í seinna hálvleiki át Neistin leiðsluna upp hjá Kyndli, og endaði enntá at fara framum 25-24 áðrenn Kyndil javnaði til 25-25, ið gjørdist endaliga úrslitið av fyrru hálvfinaluni. 

Tað seinasta sum hendi í dystinum var eitt fríkast sum Marjun F. Danberg skuldi taka fyri Neistan. Tíverri kom Marjun at raka Anju Eliasen hjá Kyndli í andlitið, og tað endaði við, at Marjun fekk blátt kort. Vandin fyri, at Neistin má vera roynda spælaran fyri uttan er tískil sera stórur.

Neistin-Kyndil 25-25 (8-12)

Toppskjúttar Neistin: Fríða á Dunga 10 og Marjun F. Danberg 5.

Toppskjúttar Kyndil: Nadia Pejovic 7 og Turið Arge Samuelsen 7.

Seinna hálvfinalan millum Kyndil og Neistan verður leikt leygarkvøldið 13. februar klokkan 20. FM1 sigur sjálvandi frá dystinum.

Endar tað á jøvnum aftur telja mál á útivølli dupult. T.v.s. at um dysturin endar 24-24 kemur Kyndil víðari, og endar dysturin 26-26 kemur Neistin víðari.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr Sjúrð H. Hoydal, frásøgumann hjá FM1 siga frá teimum seinastu dramatisku minuttunum í dystinum millum Neistan og Kyndil, ið endaði 25-25.

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við Kára Horn, venjara hjá Neistanum sum viðgekk, at hann helt, at Kyndil hevði Neistan í sekkinum. Men Kári fegnast um, at Kyndil ikki bant fyri, og hann er fegin um hvussu neistakvinnur stríddi seg innaftur í dystin. Hann er tó harmur um, at hann allarhelst má vera Marjuna F. Danberg fyri uttan í returdystinum. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður gjørdi við Kyndilsvenjaran, Dragan Brljevic.

(Neistin-Kyndil 25-25. Hoyr dramatiska dystarendan og samrøðu við Kára Horn)