FM1: Elias og Hákun ikki nøgdir hóast góð persónlig avrik

(FM1) Hóast rós og góða umrøðu valdu evnurika 18 ára gomlu, Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákun West á Teigum at vera sjálvatfinningarsamur

##med2##

Hasar farnu dagarnar hava Filip Jojic, Hákun West á Teigum og Elias Ellefsen á Skipagøtu fingið debut á føroyska A-landsliðnum í hondbólti. Elias fekk sína í kvøld, og hann skein ígjøgnum við sjey málum av høgum klassi umframt uppleggum til mál hjá øðrum, tá Føroyar taptu tepurt 25-26 (11-16) fyri Ukraina í EM-undankappingardystinum í høllini á Hálsi í Havn.

Elias valdi at vera sjálvatfinningarsamur um, at hann brendi fimm málmøguleikar enn, at hann skoraði sjey mál.

Hákun hevði eisini fokus á tað minni góða avrikið hjá føroyska liðnum í fyrra hálvleiki.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákun West á Teigum aftaná tepra tapið fyri Ukraina. 

HER  ber til at hoyra Sjúrð Hildarson Hoydal siga frá dystarendanum. Hoyr eisini viðmerkjaran, Hjalta Mohr Jacobsen taka samanum dystin, og hoyr samrøðu við Sonni D. V. Larsen, landsliðsvenjara. 

HER  ber til at hoyra samrøðurnar Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Rók Akralíð og Jónas G. Djurhuus. 

HER  ber til at hoyra samrøðurnar Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Teis Horn Rasmussen og Kjartan Johansen. 

(Samrøður: Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákun West á Teigum)