FM1: Ein keðilig upptakt til Barry Town United

(FM1) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Jesper Flinck Christjansen, ið aftur skoraði fyri NSÍ í kvøld

##med2##

Tað eru alt annað enn lættir dagar hjá NSÍ. Petur Knudsen er núðstani komin aftur frá skaðasteðgi. Klæmint A. Olsen hevur ein málturk, ið ikki er sæddur hjá honum í bestu fótbóltsdeildini áður, og liðið hevur tapt tríggjar av fýra teimum seinastu dystunum, og nú eru 11 stig upp til HB á oddasessinum, og seks stig upp til KÍ sum er á øðrum plássinum, ið gevur rætt til Europa League fótbólt komandi ár. 

Í kvøld tapti NSÍ aftur fyri Víkingi í hesum kappingarárinum. NSÍ hevði møguleikan at bjarga sær eitt stig móti dystarenda, men Elias Fagrá bjargaði brotssparkinum hjá Peturi Knudsen. 

NSÍ – Víkingur 1-2 (0-1)

0-1: sjálvmál (26.)

1-1: Jesper Flinck Christjansen (48.)

1-2: Ari Olsen (75.)

##ms##

Jesper Flinck Christjansen skoraði fyri NSÍ annan dystin á rað, men tað tað heldur hann vera ein soltnan ugga tá liðið hevur tapt. Talan var um eina vánaliga upptakt til Europa League undanundankappingardystin móti Barry Town United á Svangaskarði um átta dagar. Jesper Flinck Christjansen slær tó fast, at hann og liðfelagarnir fara at reisa seg til tað stóru evropeisku uppgávuna.

Jesper Flinck Christjansen er ikki samdur við, at Bárður J. Hansen skuldi hava reytt kort við eina rokaliga støðu við beinkin hjá Víkingi seint í seinna hálvleiki. Hann heldur, at gult kort til Bárð hevði rokkið.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Jesper Flinck Christjansen

HER  ber til at hoyra Sjúrð H. Hoydal siga frá hæddarpunktunum í dystinum. Hoyr eisini samrøðuna Sjúrður gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Víkingi, Eyðun Klakstein. 

(Samrøða: Jesper Flinck Christjansen)