FM1: Ein fanastiskur sigur hjá 07 Vestur

(FM1) Hoyr høvuðsvenjaran hjá 07 Vestur, Heðin Askham seta orð á góða og kærkomna 4-2 sigurin á TB við Stórá í Trongisvági

##med2##

Tey vestanfyri fegnast stórliga í kvøld. 07 Vestur hevur vunnið seg uppá seks stig aftaná frálíkan 4-2 sigur á TB við Stórá í Trongisvági.

TB kom á odda longu í 5. minutti, men eitt seinna gult og harvið reytt kort til Samudeen Musah hjá TB koppaði intiativið til 07 Vestur, ið tó ikki tók av tað sum eftir var av fyrra hálvleiki. 

Men so hevði 07 Vestur eitt gylt korter í og tá ein tími var farin var støðan 3-1 til 07 Vestur.

TB-07 Vestur 2-4 (1-0)

0-1 Einar Thorsteinsson (5.)

1-1 Tór-Ingar Akselsen (47.)

1-2 Sjálvmál (53.)

1-3 Heine Mortensen (60.)

2-3 Bessijan Kastrati, br. (68.)

2-4 Dann Fróðason (84.)

- Hetta er fantastiskt, staðfestir høvuðsvenjarin hjá 07 Vestur, Heðin Askham sum fegnast um, at hansara menn reistu seg aftaná lemjandi 0-7 tapið fyri HB á Tórsvølli sunnudagin. Heðin fegnast eisini um, at 07 Vestur hevur higartil megnað at vunnið lykladystir móti B68 og TB, men Heðin heldur tó, at 07 Vestur spælarnir hava framvegis nógv at bøta um, serliga við pressspælinum, sigur Heðin Askham. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra telefonsamrøðuna FM1 gjørdi við Heðin Askham fyri løtu síðani. 

(Samrøða: Heðin Askham)