##med2##
Víkingur tapti á pappírinum greitt 1-4 móti KÍ við Djúpumýrar norðuri í Klaksvík í kvøld.
Royndi liðskiparin hjá Víkingi, Atli Gregersen anfektar ikki, at KÍ allarhelst hevði uppiborið at vunnið, men hann er sera vónbrotin um brotssparkið Dagfinn Forná dømir, tá Jóannes Bjartalíð leggur KÍ á odda 1-0, og frísparkið Dagfinn Forná dømir, tá Jóannes Bjartalíð hegisliga sendir frísparkið inn í brotsteigin, har Odmar Færø stýrir bóltin í netið til 2-1 til KÍ, ið var hálvleiksstøðan.
Atli Gregersen heldur, at hvørki av hasum málunum skuldu komu fyri.
Atli Gregersen tekur eisini í egnan barm, og hann staðfestir, at 11 vunnin stig og 10 mist stig í sjey dystum er alt annað enn nøktandi fyri Víking.
Viðmerkjarin hjá FM1, Teitur Joensen er samdir við Atla Gregersen um ivasomu dómarnir sum førdu til 1-0 og 2-1 málini hjá KÍ í fyrra hálvleiki: - Mál broytar dystir, staðfestir Teitur. Teitur heldur tó, at KÍ hevur einki at skammast av, men legði eitt gott avrik fyri dagin, og lagt er upp til ein spennandi oddadyst millum HB og KÍ á ovara vølli í Gundadali í Havn komandi mikukvøld.
KÍ - Víkingur 4-1 (2-1)
1-0: Jóannes Bjartalíð, 9. (br.)
1-1: Lukasz Cieslewicz, 30.
2-1: Odmar Færø, 38.
3-1: Jóannes K. Danielsen, 55.
4-1: Alessio Hyseni, 88.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við ein vónbrotnan og bersøgnan Atla Gregersen.
2) Hoyr Teitur Joensen taka samanum dystin, og seta spurnartekin við tvær avgerandi dómaraavgerðir í fyrra hálvleiki.
HER ber til at hoyra: 1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá teimum fimm málunum. Teitur Joensen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina. 2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við verjuskansan hjá KÍ, Odmar Færø aftaná dystin.