FM1: 19 ára gamli Rani skoraði í fyrsta leikminuttinum í Betrideildini

(FM1) Hoyr hvussu Uros Stojanov og Rani Berg í Soylu tryggjaðu B36 ein 4-1 sigur á B68, og hoyr Rana og Øssur Hansen, høvuðsvenjara hjá B68 seta orð á dystin

##med2##

 

Í B36 hava tey nógv at fegnast um í kvøld. Uros Stojanov sum hevur verið nógv eftirlýstur sum málskjútti skoraði tvey mál og legði upp til eitt mál, og bert 19 ára gamli Rani Berg í Soylu skoraði fyri B36 í sínum fyrsta leikminutti í Betrideildini.

 

B36 – B68 4-1 (2-0)

 

1-0: Uros Stojanov (3.)

 

2-0: Uros Stojanov (43.)

 

2-1: Sebastian Lau Nielsen (64.)

 

3-1: Andrass Johansen (78.)

 

4-1: Rani Berg í Soylu (90.)

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Tróndur Arge siga frá teimum fimm málunum.

 

2) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við ein fegnan debutmálskjútta hjá B36 í Betrideildini, 19 ára gamla Rana Berg í Soylu sum er sera fegin um at hava fingið fyrstu minuttirnar og fyrsta málið í Betrideildini.

 

3) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B68, Øssur Hansen sum heldur, at B68 hevði uppiborið betri, ikki minst við avrikinum í fyrra hálvleiki. 

 

4) Hoyr Trónd Arge stutt taka samanum dystin.