FM1: 07 Vestur skal finna rætta frymilin

Fótbóltspanelið: Eftir fleiri ár sum elevatorlið í føroyskum fótbólti, ynskir 07 Vestur at vinna sær fast sæti í bestu deildini

Í Fótbóltspanelinum, sum er á FM1 hvønn fríggjadag klokkan 16, verður Heðin Askham gestur hesaferð. Hann er ikki ókendur í sendingini, men hesa ferð ferð sendingin at snúgva seg um 07 Vestur, har hann er høvðusvenjari.

Eftir fleiri ár sum elevatorlið í føroyskum fótbólti, ynskir 07 Vestur at vinna sær fast sæti í bestu deildini. Tað hevur verið roynt við fleiri leistum, har felagið hevur roynt at fingið spælarar úr bæði restini av landinum, men eisini úr útlandinum.

Tað hevur framvegis ikki eydnast, at finna eina samanseting, ið riggar. Tað sá heldur einki út, tá Heðin Askham tók við mitt í kappingini í fjør, men í seinnu hálvu gjørdi felagsliðið næstan reint borð.

Nú kemur so stóri spurningurin, hvat ger 07 Vestur nú? Vit spyrja høvðsvenjaran um kappingarárið í fjør, og hvussu hann sær fyri sær, at 07 Vestur kann vinna seg millum tey fremstu í føroyskum fótbólti.

Sendingin verður á FM1 frá klokkan 16. Hevur tú spurningar ella viðmerkingar kanst tú senda sms til 559999.