Gullrok
KÍ kvinnurnar hava framvegis stórar avbjóðingar í hesum kappingarárinum. Um mánaðarskiftið skulu tær, sum tær fyrstu í føroysku fótbóltssøguni, luttaka í Europa Cup.
Hesa uppgávuna hava tær í Klaksvík fyrireikað seg leingi til, og nú fara tær at sleppa undan at hugsa um heimligu kappingina. Týskvøldið høvdu tær vitjan av B68. KÍ vann 1?0. Málið skoraðu tær seint í 2. hálvleiki. Málskjútti var Kristina Eyðbjørnsdóttir.
Seinnapartin í dag klokkan 15.00 er síðsti landskappingardysturin á skránni. Mótstøðuliðið verður steypavinnararnir úr HB. Tað er longu greitt, at KÍ hevur vunnið meistaraheitið. Tá dysturin í dag verður liðugur, verður FM steypið, sum KÍ eisini í fjør vann, handað teimum.
Vit frætta úr Klaksvík, at tað verður ikki gjørt sørt burturúr, nú kvinnuliðið skal fagnast. Í KÍ verður vónað, at nógvu og trúgvu áskoðararnir fara at møta upp.