FM verður avgjørt leygardagin

KÍ kvinnurnar vunnu stórsigur, og EBS/Skála vann tepran sigur

Leygardagin verður síðsta umfar í kvinnudeildini í fótbólti. Tá verður avgjørt, um tað verður KÍ, ella um tað verður EBS/Skála, sum verður FM vinnari.

Í næstsíðsta umfari vann KÍ trivaligan 9-0 sigur á heimavølli ímóti AB, og EBS/Skála vann tepran 1-0 sigur á útivølli ímóti B36.

Triði dysturin hesa ferð var í Gundadali, har HB vann 6-1 á ÍF.

KÍ er FM favorittur, og EBS/Skála er einasta liðið, sum hevur møguleika at hótta KÍ, sum er eitt stig frammanfyri EBS/Skála.

KÍ skal spæla í Fuglafirði, og tær í Klaksvík mugu finna seg í at vera stórfavorittar. Fyri einari viku síðani vann KÍ 6-1 á útivølli ímóti HB,og í dag vann HB 6-1 á heimavølli ímóti ÍF!

Leygardagin fær EBS/Skála vitjan av HB, og Víkingur fær vitjan av B36.

Støðan undan síðsta leikdegi: KÍ 46 stig, EBS/Skála 45 stig, HB 31 stig, B36 26 stig, ÍF 12 stig, Víkingur 8 stig og AB 5 stig.

mynd: nordlysid.fo