FM-veitslan bíðar

HB liggur framvegis trygt á oddasessinum. Men teir komu ikki nærri meistaraheitinum, tá teir í gjár máttu staðfesta, at hóast HB er best í Føroyum, er B36 best í Havnini

Fótbóltur

 

Hypotesan var sum so klár. Vann Víkingur á EB/Streymi, meðan B68 ikki vann í Runavík, kundi HB longu á fimta seinasta leikdegnum tryggja sær FM-heitið. Nú megnaði B68 at fara úr Runavík við øllum, men fremsta fortreytin fyri hypotesuni var tó, at HB vann sín dyst. Og tað gjørdi HB ikki.

 

Træverkið við B36

Skuldi ein vinnari finnast í dystinum, so var B36 mest rættvísa boðið, eftir at teir í mest sum samfullar 90 arbeiddu, stríddust og trýstu nógv meira, enn grannarnir úr HB gjørdu.

Dystargongdin varð málað frá byrjan, og longu eftir trimum minuttum mundu tey flestu halda, at tað stóð 1-0, men linjuverjin kolldømdi Johan Ellingsgaard fyri rangstøðu, tá hann helst seg hava stútað hvíta liðið framum.

B36 helst á við at trýsta eftir hetta, og meira enn tí einu ferðina skaptu teir vandastøður í og kring HB-brotsteigin, uttan at tann heilt stóri møguleikin tó opinberaði seg.

HB hevði hinvegin ikki stórt meira enn tvær veruliga royndar. Men í báðum førunum var tað eisini, so nær við, sum tað kundi verða.

Men fyrru ferðina bankaði Rógvi Poulsen upp undir tvørtræið, og nakað seinni endurtók Milan Kuljic kynstrið, tá hann sendi fríspark úr 17 metrum upp um múrin og somikið dygst undir samankomingina, at fleiri vildu vera við, at við gomlu fýrakantaðu málstólpunum, hevði leðurkúlan stiklað av tvørtrænum og inn heldur enn niður í svørðin.

 

Christian Mouritesen-málið

Fór annar ella kanska báðir av teimum báðum royndunum hjá HB inn, vildi talan sjálvandi verið um heilt aðra søgu í Gundadali.

Men tá marginalarnir ikki vóru við HB, setti B36 seg alsamt tyngri á dystin, sum dysturin leið. Ikki minst órógvaði nógva ferðin hjá Brima Koroma og Jákupi á Borg fleiri ferðir HB-verjuna, sum í løtum tóktist mest sum ørkymlað av konstanta áganginum.

Opnu møguleikarnir lótu tó bíða eftir sær, men seinasta korterið fall avgerðin tó. Fyrst hevði Róaldur Jacobsen eina Alonso-roynd úr 50 metrum, sum bara var hálvan metur frá at gerast ársins mál í Gundadali. Og løtu seinni gekk galið hjá oddaliðnum. Skotroyndin hjá Jákupi á Borg varð blokerað, men Brima Koroma fekk fatur á returinum, og so hevði Christian Restorff Mouritsen lætt spæla til at rættvísgera nógva rumblið, sum hevur verið um spæliloyvi hansara.

Sami Christian var um reppið at økja lítla løtu seinni, men Marcyn Dawid stórbjargaði, og so royndi HB annars at trýsta seinastu 10 minuttirnar. Eina einstaka ferð var eisini vandi á ferð, men tann royndin endaði í síðunetinum. Men restin gjørdist eitt sterilt trýst, sum saknaði breidd, dýpd og hugflog, og so kundu teir hvítu fegnast, tá Dagfinn Olsen hevði blást fyri seinastu ferð.

 

Hava kvalitetirnar

Hóast tapið, so er neyvan tann heilt stóri vandin fyri, at HB skal missa FM-heitið, sum framvegis liggur so beint til høgra-beinið. Enn eru níggju stig at geva av til næsta liðið, og við 12 stigum eftir at spæla um, skal tað vilja meira enn óvanliga illa til, um gullið skal gleppa.

Men tað kundi líkst onkrum slag av gummibeinum, tá annars so trygga liðið nú hevur hálv- og heil kiksað í tveimum dystun á rað. Ella kanska hava spælararnir gloymt, at tað eisini ræður um at geva tað allar seinasta, hóast gullið er so sera nær.

Hjá B36 hevur sjógvurin verið munandi tyngri í ár, og seinastu umførini eru teir av álvara drignir við í botnstríðið. Sigurin hesaferð saman við hinum úrslitunum annars økti munin niður til strikuna upp í seks stig. Og ikki minst mundu avrikið og hugburðurin annars sannføra fleiri um, at liðið so ruddiliga hevur kvalitetirnar til at halda seg í deildini.