FM var eitt bonus

- Vit hugsaðu fyrst og fremst um at vinna vestanstevnuna, sigur Annetta Eidesgaard, sum rør við Hvassa. Hon og hennara liðfelagar tryggjaðu sær meistaraheitið á vestanstevnu

KAPPRÓÐUR

 

Hvassi var ein av teimum mongu bátunum, sum hevði møguleika at tryggja sær meistaraheitið á vestanstevnu. Við einum sigri hjá 5-mannaførumvið gentum vóru tær heilt vísar í Fm-heitinum.

Tað var eisini Hvassi, sum førdi at kalla allan róðurin. Tambar royndi í løtum at trýsta Hvassa, men har var einki at gera, og at enda var Hvassi meir enn eina bátslongd framman fyri Tambar, sum endaði á øðrum plássi.

Ein av gentunum umborð á Hvassa, Annetta Eidesgaard, var sera glað fyri sigurin, og hon segði, at tær hugsaðu ikki so nógv um FM undan róðrinum.

- Hetta var ordiliga deiligt. Vit hugsaðu fyrst og fremst um at vinna hesa stevnuna, og so var meistaraheitið eitt stórt bonus afturat vestanstevnusigrinum.

Hvassi hevur vunnið fimm av seks møguligum róðrum í ár, og nú er bert ólavsøkan eftir. Hana ætla genturnar umborð á Hvassa eisini at vinna.

- Ja, ólavsøkan má eisini vinnast. Tað vildi verið prikkurin yvir i’ið. Henda stevnan er sjálvandi ómetaliga týdningarmikil at vinna, tí tað er keðiligt at vinna meistaraheitið, og so ikki vinna ólavsøkuróðurin, so vit fara at gera alt fyri at vinna hann eisini, sigur Annetta Eidesgaard at enda.