Í dag byrjar seinna hálva av FM í dart. Tað eru tíggu FM umfør og tað sætta í røðini er í vágunum í dag. Støðan í oddinum eftir fimm umfør í einmansleiki er púra jøvn millum Boga Isaksen, Bárð Olsen og Petur Thomsen.
Sjeynda, áttanda og tíggjuna FM umfar verður í Havn, meðan níggjunda FM umfarið verður í Klaksvík. Fyribils sær út til, at hetta kann blíva ein óalmindiliga spennandi FM kapping.
Støðan í einmansleiki eftir 5. umfar:
1 – 3: Bogi Isaksen 52
1 – 3: Bárður Olsen 52
1 – 3: Petur Thomsen 52
4: Jørgen Meitilberg 44
5: Jens Albert Simonsen 38
6: Remy G. Hansen 32
7: Oddfinn Hansen 30
8 – 9: Jón Johansen 26
8 – 9: Ólavur Ellingsgaard 26
10: Regin Enghamar 24