Tvey umfør eru spæld, og úrslitini vóru, at Ingolf Gaard vann fyrra talvið, og Matin Poulsen vann tað seinna. Tveir teir næstu, og síðstu, dystirnir vera í hølum Havnar Telvingarfelags ávíkavist leygardagin 9/5 og sunnudagin 10/5 frá kl. 14.00.
Tí er støðan 1-1, men Martin Poulsen kann vinna FM-heitið við bert tveimum stigum í umdystinum, meðan Ingolf Gaard má fáa meir enn tvey stig av fýra møguligum. Hetta tí, at Martin hevur betri mótstøðustig enn Ingolf í kappingini, sum var á páskum.
Tískil kann FM-heitið vera avgjørt longu undan síðsta umfari, um Ingolf tapir leygardagin, so sleppa teir frá at telva sunnudagin, tí at Martin skal bert hava 1 stig afturat.