Fyri góðum mánað síðan bleiv kappast í tí sokallaða sprint-teininum, ið er 750 metrar svimjing, 20 km súkkling og 6 km renning. Nú verður kappast í tí sokallaða OL-teininum. Luttakararnir skulu fyrst svimja 1,5 km, síðan súkkla 40 km og at enda renna 10 km. Í nógv ár hevur súkkluteinurin verið frá Tórshavn til Kaldbak og so aftur til Tórshavn. Ein góður teinur, og nevndin í Føroya Triathlon hevur tískil avgjørt, at kappast verður á júst hesi rutu aftur í ár.Koyrt verður frá Svimjihøllini í Gundadali, til Kaldbaks, Kaldbaksbotn, aftur til Kaldbaks og framvið Plantusøluni, niðan til rundkoyringina við R. C. Effersøesgøtu og oman aftur til Plantusøluna, har málið er.
Renningin verður frá Plantusøluni, eftir Strond og til Eik Banka, har vent verður. Runnið verður niðan aftur til Plantusøluna.
Hesin teinur er fimm kilometrar, og skal tí rennast tvær ferðir.
Guðmundur favorittur
Gudmundur Joensen er besta boð at vinna kappingina hjá monnum, og Súsanna Skylv besta boðið hjá kvinnum.
Málið hjá Gudmundi er at koma undir tveir tímar, og viðrar sunnudagin, so er møguleiki hjá honum at seta nýtt føroyskt met.
Kappingin sunnudagin er ein av tveimum úttøkukappingum í samband við Oyggjaleikirnar á Bermuda komandi ár.
Skal ein gera sær vónir um at sleppa á bruttolandsliðið, so er kravið hjá monnum, at ein skal fullføra teinin uppá 2 tímar og 15 minuttir. Hjá kvinnum er kravtíðin 2 tímar og 25 minuttir.