Triathlon
Fyri trimum vikum síðani bleiv kappast um FM heitið í Triathlon á Sprint teininum. Tá bleiv svomið 750 m, súkklað 20 og runnið uml. 5 km, tvs. hálvur OL teinur.
Favorittar at vinna kappingina sunnudagin eru hjá kvinnum Súsanna Skylv og hjá monnum Guðmundur Joensen. Bæði eru flutt av landinum, og tí er ikki vist, at tey verða við sunnudagin. Vónandi verða tey við, og vónandi síggja vit eisini DM vinnararnar fyri lið Joan Bláfoss og Karinu Ottosen.
Annars kann sigast, at væl hevur gingist hjá Andarss Joensen og Hans Egholm, og at tað eisini gongur framá hjá Gunnar Dahl-Olsen, ið hevur verið darvaður av einum renniskaða í eina tíð.
Føroya Triathlon Felag ætlar í ár eisini at skipa fyri einari triathlon kapping á hálvum ironman teini. Tá verður svomið 2 km, súkklað 90 og runnið hálvt marathon, sum er góðar 21 km. Eftir ætlan verður tann kappingin sunnudagin 27. september. Henda kapping verður tó bert fyriskipað um nóg nógv tekna seg.
Kappiningin sunnudagin byrjar klokkan 13 og allir luttakarar skulu møta í Svimjihøllini í Gundadali klokkan 12.









