FM í talvi fyri skúlaungdóm

FM liðkappingin fyri ung varð telvað 2. Hvítusunnudag í Pállstovu. Kappingin var skipað sum ein finala, har tvær undankappingar hava verið fyrr í ár

Talv

 

Ikki færri enn 17 lið og umleið 100 ungdómar vóru møtt upp, sum boðar frá einari bjartari framtíð fyri føroyskari telving.

Hetta var triðja árið, at Talvsamband Føroya skipaði fyri FM fyri skúlaungdómar, har Havnin og Sandavágur høvdu vunnið tvey tey seinastu árini, so møguleikin var hjá teimum at fáa Hat-trick.

 

5. flokkur og eldri

Hesin bólkur var býttur sundur í tveir bólkar, har liðini vóru bólkað eftir stigum teirra frá undanfarnu kappingunum. Í finalubólkinum vóru Havnin, Klaksvík og Vestmanna, meðan í opna bólkinum vóru Kollafjørður, Tjørnuvík, Haldórsvík og Rókur.

Í finalubólkinum megnaði Havnin at vinna við harðari kapping frá klaksvíkingum, og vann Havnin harvið eisini Hat-Trick.

Rókur úr Sundalagnum vann opna bólkin hjá teimum eldru.

 

4. flokkur og yngri

Eisini hesin bólkurin var býttur sundur í tveir bólkar. Finalubólkurin var mannaður av Vestmanna, Klaksvík, Haldórsvík, Sandavági og Kollafjørði 1. Í opna bólkinum vóru: Kollafjørður 2, Kollafjørður 3, Kollafjørður 4, Rókur og Kollafjørður 5.

Sandavágur tók her øll á bóli, tí eftir úrslitunum frá undankappingunum at døma, bendi alt á, at Vestmanna og Klaksvík fóru at stríðast um fyrsta plássið. Sandavágur vann kappingina, og tí vunnu teir eins og Havnin eisini Hat-trick.

FM liðið úr Sandavági var mannað við: Høgna Egilstoft Nielsen, Tóra Nielsen, Silasi Eyðsteinsson og Janusi Samuelsen.

Opna bólkin hjá teimum yngstu vann Kollafjørður 2

 

Steypakappingin 2008

Komandi leygardag verður steypakappingin fyri lið telvað í Gjáargarði. Steypakappingin var fyri fyrstu ferð telvað í fjør, tá Klaksvíkin vann kappingina við 37½ stigum, Vestmanna 36 og Havnin 35½. Kappingin verður skipað í níggju umførum, har telvarnir fáa 15. minuttir hvør. Á hvørjum liði vera seks telvarar, har loyvt er at hava tveir útskiftarar. Eftir at kappingin er lokin, verður gallakvøld, har finnast skal fram til Ársins telvara, Ársins stjørnuskot og vakrasta talvið frá FM 2008.

Í fjør varð Helgi D. Ziska valdur til Ársins telvara, Høgni E. Nielsen til Ársins stjørnuskot, meðan Torkil Nielsen vann vakrasta talv, ið hann vann móti Ólavi Simonsen.

 

Mynd: Havnin.jpg