FM í talvi fyri gentur

Sum nakað nýtt skipar Talvsamband Føroya fyri FM í talvi, har bara gentur kunnu luttaka

Kappingin fer fram í Skúlanum í Kollafirði, og byrjar nú leygardagin hin 29. mars kl. 11.00. Telvað verða 9. umfør, og samlaða umhugsunartíðin er 20 minuttir til hvønn telvara. Kappast verður í trimum aldursbólkum: U13, sum er fyri gentur føddar í 1995 ella seinni. U16, sum er fyri gentur føddar í 1992 ella seinni, og U19, sum er fyri gentur føddar í 1988 ella seinni. Seinasta freist at melda seg til kappingina er fríggjadagin. Kappingin er ókeypis. Annars ber til at lesa meiri um tilmelding og annað á heimasíðuni hjá Talvsambandi Føroya, www.faroechess.com.