FM-svimjing um vikuskiftið

FM-kappingin í svimjing verður í Svimjihøllini í Havn um vikuskiftið. Lagt verður fyri fríggjadagin, og sjálvar finalurnar eru so á skránni leygar- og sunnudagin. Nógvar finalur skulu avgreiðast, og spennandi verður at vita, hvørjir svimjarar fara at vinna sær heiðurin sum teir bestu í landinum. Nakrir stórfavorittar eru sjálvandi at finna í feltinum, men spennandi verður tó eisini at síggja, hvørt nakrir nýggir kappingarneytar eisini megna at stinga seg fram.
Sjónvarpið sendir eisini beinleiðis frá FM-kappingini, og koma fyrstu myndirnar á skíggjan klokkan 18.