FM í Sprint Triathlon sunnudagin

Nú skal Føroya kvikasti finnast í sokallaða Sprint Triathlon. Tað verður nú sunnudagin kl.13, tá ið FM er í hesi greinini. Í sprint triathlon verður fyrst svomið 750 metrar, súkklað 20 km og at enda runnið fimm kilometrar. Hesin teinurin er væl dámdur av triathletum, júst tí at teinurin er lutfalsliga stuttur. Eitt Iron Man tekur í minsta lagi níggju tímar, meðan eitt sprint triathlon tekur umleið ein tíma at fullføra.

 

Svomið verður í svimjihøllini í Gundadali. Súkklað verður frá svimjihøllini, eftir Ringvegnum, yvir við Strond og vent verður á parkeringsøkinum á Kongabrúnni. Súkklað verður so millum Kongabrúnna og tyrlupallin, og runnið verður á sama teini.

 

Luttakararnir møta kl.12 og tað ber til at melda seg til á staðnum.