Eina ferð um árið er stórkappingin í rútmiskum fimleiki. Tá hava fimleikarar møguleika at vísa øll síni kynstur sum teir hava vant allan veturin. Øll hesi seinastu árini hevur stórur dentur verði lagdur á at fimleikararnir nøkta somu krøv sum í Danmark. Í ár er eitt sindur ørðvísi, tí nú skulu gentur og kvinnur eisini uppfylla altjóða krøv.
Í ár verða tað fýra feløg sum kappast um FM heitini. Tey eru Flog við 2 liðum, Havnar Fimleikafelag við 6 liðum, Ljósið við 4 liðum og Støkk við 4 liðum. Kappast verður í fýra bólkum: pinkur, smágentur, gentur og kvinnur. Leygardagin 26. februar kappast smágentur og kvinnur, og sunnudagin 27. februar kappast pinkur og gentur. Báðar dagarnar byrja kappingarnar kl. 15.00.
Kappingin leygardagin byrjar við smágentum við tveimum serium, einari fríari og einari amboðsseriu við gjarðum. Síðani koma kvinnurnar við fríari seriu og amboðsseriu við hoppibondum. Sunnudagin leggja pinkurnar fyri, tær hava bert fría seriu. Síðani koma genturnar, sum fara at kappast í fríari seriu og amboðsseriu við vimplum.
Trý tey bestu liðini í stórkappingini fáa heiðursmerki fyri hvørja seriu sær, umframt ognarsteyp fyri samanlagda úrslitið.
Fyri at gera kappingina enn meira áskoðaravinarliga hevur Fimleikasambandið á hvørjum árið roynt at betra um umstøðurnar. Í fjørð vórðu sett upp projektørljós, har fokus var sett á fimleikararnar. Í ár verður roynt at hava somu karmar sum kappingarnar uttanlanda. Eisini verður við einum nýggjum gólvi roynt at betra um hjá áskoðarunum at fylgja við í kappingini.
Síðuvinningur - altjóða kapping, DM og HM
Tað verður ikki einans kappast um FM-heitið. Vinnararnir hjá smágentum hava møguleika at fara víðari til kapping í Danmark, og hjá gentum og kvinnum verður møguleiki at fara til altjóða kappingar.
Eins og undanfarnu tvey árini hava Føroyameistararnir hjá gentum møguleika at fara til Danmarkar at luttaka í DM í rútmiskum fimleiki. Hetta verður í apríl.
Sum naka nýtt verður møguleiki hjá gentum og kvinnum at fara til altjóða kappingar í estetiskum fimleiki. Undanfarnu árini hava føroysku fimleikararnir fingið sera góð úrslit til kappingarnar í Danmark. Fimleikasambandið hevur tí mett, at føroysku fimleikararnir hava brúk fyri størri avbjóðingum. Tí hevur sambandið tikið stig til at senda fimleikarar til altjóða kappingar heldur enn bert til DM.
Hjá gentum verður møguleiki á fyrsta sinni royna seg í einari altjóða kapping, sum verður í Tallin í Estonia 19. - 20. mars, har tær koma at kappast móti Finlandi, Canada, og Ruslandi. Vinnararnir hjá kvinnunum fáa eisini høvi at royna seg á hægri støði, við luttøka í HM í estetiskum fimleiki, sum verður í Greve i mai.
Fyri at lúka tey krøv sum verða sett teimum til altjóða kappingarnar í estetiskum fimleiki, mugu bæði gentur og kvinnur laga ta fríu seriuna eftir altjóða krøvunum. Sum fyrireiking til hetta hevur Fimleikasambandið fasta avtalu við skeiðleiðara úr Finlandi, sum hevur verið í Føroyum og vant við føroyskum fimleikarum og leiðarum. Eisini hava tíggir av føroyskir dómarar verið á altjóða dómaraskeiði í Prag fyrr í ár, so at dømingin eisini lúkar altjóða krøvini.
Í sambandi við kappingina verður høvi at tippa hvussu ymisku liðini koma at liggja í kappingini. Hetta hevur ikki verið roynt áður og vónar Fimleikasambandið, at hetta fer at eydnast væl. Eisini verður skipað fyri øðrum tiltøkum sum hava til endamáls at stuðla teimum liðum sum skulu luttakað uttanlanda.