Talv
Læraraskúlaaulan verður í døgunum 12-19. apríl karmur um FM-stevnuna, sum í ár verður gleðiliga merkt av, at landsliðsbólkurin verður ein samskipaður FM- og IM-bólkur, og at samlaða luttakaratalið møguliga verður methøgt. Enn ber til at tekna seg við at venda seg til Havnar Telvingarfelag. Freistin er fríggjadagin 4. apríl.
FM og Havnin
Seinast FM var í Havn, var tá felagið fylti 75 ár í 1998. Havnarmenn hava sum siðvenju at fyriskipa kappingina tá felagið hevur serligar føðingardagar. Eitt nú varð FM í 1983 (60 ár), 1988, 1993 og 1998 leikt í Havnini. Somuleiðis varð FM telvað í høvuðsstaðnum í 1994 og 1996, tá einki annað felag vildi taka sær av kappingini. Stovningardagur Havnar Telvingarfelags er 18. apríl 1923.
Umframt landsliðsbólkin, verður ein 1. bólkur við tíggju luttakarum (sum gamalt var fyrr), ein opin 2. bólkur, unglingabólkur og ein veteranbólkur. Luttakaratalið í unglingabólkinum verður ivaleyst øgiligt, orsakað av boom´inum í barnatelvingini kring landið.
Hvørjir vera so við?
Ein stórmeistari, fimm altjóða meistarar og tíggju føroyingar manna landsliðsbólkin. Ellivu umfør verða leikt, tríggir dagar við dupultuumførum, og leiktíðin verður tann nógv umkjakaða FIDE-tíðin, har ein hevur 1,5 tímar + 30 sek eyka fyri hvønn leik til alt talvið.
GM Heikki Westerinen úr Finnlandi, við sínum bert 2374 ratingstigum (lítið fyri ein stórmeistara), luttekur, saman við hesum IM´arum; skotin John Shaw (2470), danin Kim Pilgaard (2437), sviin Christian Jepson (2412), norðmaðurin Eirik Gullaksen (2354) og íslendarin Sævar Bjarnason (2262). Nøkur spennandi nøvn, sum føroyingar vónandi taka mong stig frá.
Av føroyingum, sum hava teknað seg, og sleppa við í ovasta bólk, kunnu nevnast Flóvin Tór Næs, Heini Olsen, Eyðun Nolsøe, Martin Poulsen, Ólavur Simonsen og Finnbjørn Vang sum vegna sín sigur í 1. bólki í fjør, hevur sjálvskrivað pláss í landsliðsbólkinum.
Greitt er tó, at John Arni Nilssen ikki hevur stundir at royna at vinna sítt fyrsta FM-heitið, meðan ivamál er um eitt nú IM John Rødgaard, Jens Kristian Hansen og Torbjørn Thomsen. Carl Eli N. Samuelsen, Jóan Hendrik Andreasen, Heini Danielsen, Olaf Berg og møguliga Bogi Ziska, standa allir klárir við síðulinjuna, um boð er eftir teimum. Eingin ivi er tó um at bólkurin verður mannaður við svongum føroyingum, sum vilja vísa útlendingum neva.
Meir um FM-kappingina í komandi viku.