FM í MTB verður leygardagin

Komandi leygardag skipar Tórshavnar Súkklufelag fyri fjallasúkkling fyri unglingar og vaksin. Fyrireikararnir hava avgjørt, at kappingin leygardagin eisini verður uppi við Føroya Studentaskúla í Hoydølum. Sunnudagin bleiv kappast í MTB Criterium, sum er fjallasúkkling har koyrt verður runt á einum lítlum teini t.d. 45 minuttir. Komandi leygardag verður kappast í sokallaðu MTB Cross Country, har kappast verður á einum ávísum teini, t.d. 40 km. Leygardagin verður eisini koyrt fleiri ferðir ein ávísan tein, men hesin teinur er nógv longri enn Criterium teinurin.