Fuglfirðingar eru á veg til Vágs. Í FC Suðuroy hava teir fyri langari tíð síðani staðfest veruleikan, sum er, at teir næsta ár skulu spæla í næstbestu deildini. Hóast niðurflytingin er veruleiki, so hevur setningurin seinastu ferðirnar verið at skava so mikið av stigum saman, at talan ikki verður um niðurflyting við færri stigum enn nakað annað felag, sum er flutt niður.
Møguleiki er framvegis at røkka setningin, men á Vágseiði síðsta sunnudag ímóti HB var avrikið ikki serliga sannførandi. Stutt undan dystarbyrjan ta ferðina varð greitt, at tað ikki var loyvt Høgna Midjord at spæla við. Orsøkin er, at hann er leigaður úr HB og til FC Suðuroy.
Hesa ferð er vinstri vongverjin Jón Áki Jacobsen ikki tøkur. Hann er við U-19 landsliðnum í EM undankapping í Estlandi.
ÍF hevur fokus á uppgávuni, sum er at vinna fulla úrtøku í Vági. Fyri einari viku síðani var ÍF oddalið, og tað hevði sjálvandi verið hópin hugaligari at farið um Suðuroyarfjørð og suður á Vágseið, um liðið framvegis var á FM kós.
– Vit mugu bara staðfesta, at nú er EB/Streymur stórfavorittur at vinna FM. Tað eydnaðist okkum ikki at vinna meiri enn eitt stig í málleysa javnleikinum á Toftum. Nú skal EB/Streymur spæla á Svangaskarði, og eg ivist ikki í, at tað fer at eydnast EB/Streymi at vinna fulla úrtøku í morgin, sigur ÍF málverjin Jákup Mikkelsen.
Bogi Løkin er langtíðarskaddur. Hann var við til at vinna FM við NSÍ í 2007. Burtursæð frá honum er veteranurin í ÍF málinum tann einasti á liðnum, sum hevur roynt at vinna FM. Jákup Mikkelsen var føroyameistari við KÍ í 1991 og við B36 í 2005. Og so varð hann danskur meistari við Herfølge í 2000.
Á Toftum var miðvallarin Karl Løkin leikbannaður. Hann er tøkur aftur og verður í ferðalagnum suður til Vágs.
joannes@sosialurin.fo
FC Suðuroy - ÍF: Lars Múller
leygardagin klokkan 16.00