Í dag er Skúlin við Ósánna karmur um FM-liðkapping i talvi. Seinastu árini hava telvarar telvað felagsumfar har 1. 2. og 3. deild kappast undir somu lon. Eini 72 mans úr øllum Føroyum eru við – kvinnurnar eri tíverri ikki við her.
Umfarið byrjaði kl. 10 í morgun og heldur fram til kl. 18-19 í kvøld. Tá hava allar deildirnar telvað tvey umfør, kappingin í Klaksvík er triðja og fjórða umfar.
10 umfør eru í liðkappingini, 3 av teimum eru felagsumfør; 3. og 4, 7. og 8. og eisini seinasta umfar.
Karmarnir at telva í Klaksvík eru framúr góðir. Skúlin við Ósánna er sum gjørdur til talv, verður sagt frá fyrireikarunum. Fleiri talvkappingar hava eisini verið í skúlanum, seinast var FM fyri einstaklingar á Páskum.
Eftir tey ymisku talvini, vóru tað fleiri av telvarunum, sum settu talvið uppaftur fyri at vita, hvat kundi verið gjørt annarleiðis, og vóru hvørja ferð nógv hugskot frá teimum mongu kønu telvarunum, sum høvdu sínar hugsanir og uppskot.
Sambært talvkalendaranum hjá Talvsambandi Føroya, sum sæst á www.faroechess.com, verður endabresturin í liðkappingini í Sandavági, meðan FM fyri einstaklingar verður í Tórshavn komandi páskir.
Orð og myndir: Dávur Winther