FM liðkapping fyri skúlaungdóm 2008

FM liðkappingin er sum kunnugt skipað í tveimum bólkum: - 4. flokkur og yngri og - - 5. flokkur og eldri. Innleiðandi kappingar verða í Klaksvík 30 mars, í Sandavági 20. apríl, og finaluumfarið í Tórshavn 12. mai.

 

FM finalubólkar fevna um 6 tey bestu liðini í hvørjum aldursbólki frá innleiðandi kappingunum. Tey lið sum ikki kvalifisera til finaluna, ella sum ikki luttaka innleiðandi, telva í opnum bólkum í finaluni um plaseringar og heiðursmerki.

 

Á hvørjum liði eru 4 telvarar. Tó ber til at hava í mesta lagi 2 skiftistelvarar - t.v.s í mesta lagi 6 á hvørjum liði.

 

4. flokkur og yngri telva uttan klokku - tó verður klokka nýtt, um hetta verður mett neyðugt til tess at finna eina avgerð. Royndirnar vísa, at tey yngru hava lyndi at hugsa meir um klokkuna enn um talvið.

 

5. flokkur og eldri telva við 10 minuttum í part til hvørt talvið.

 

Fyrsta innleiðandi kappingin verður um vikuskiftið, og hon verður hildin í Ósaskúlanum í Klaksvík. Byrjað verður klokkan 14:00 sunnudagin, og freistin at melda luttøku var minudagin 26. mars.

 

Seinna innleiðandi umfar verður í Sandavági, og har byrjar kappingin klokkan 14:00, sunnudagin, 20. apríl í SÍF-húsinum, og seinasta freist at melda luttøku er hósdag 17. apríl á telefon 319472, 519472 ella teldupost-adressu: jogvan@kallnet.fo. Vinarliga upplýsið navn á liði (skúli/felag) og tilskila aldursbólk.

Í báðum innleiðandi umførum, verða heiðursmerki latin trimum teimum bestu liðunum í hvørjum aldursbólki.