Leygardagin skipar Tórshavnar Súkklufelag fyri súkklukapping, har kappast verður í 100 km landavegssúkkling. Startur er á Keiini á Toftum. Leiðin gongur móti Funningi og niðan brekkuna til Eiðisskarð. Av Eiðisskarði verður súkkla oman móti Eiði, suður til Brúnna um Streymin og víðari til Kollafjarðar. Haðani verður súkklað niðan í Kollfjarðardal, niðan á Oyggjarvegin og síðan til Havnar. Í Havn verður súkkla tríggjar umfør á 5,5 km, í alt 100 km. Málið er á vegnum við plantusøluna í Hoydølum. Kappingin er fyri unglingar, vaksin og 45+.Kappingin byrjar leygardagin klokkan 12:00. Tórshavnar Súkklufelag skipar fyri flutningi av súkklum og luttakarum úr Havn inn á Toftir.