Teinurin er frá: Plantusøluni niðan eftir Ringvegnum ? Marknagilsvegur ? Velbastaðvegur ? J.C. Svabosgøta - Rættará ? Skálatrøð - Áarvegur ? fram við Strond ? Hvítanesvegur ? inn eftir Kaldbaksvegnum gjøgnum tunnilin til Langasand ? aftur til Havnar gjøgnum tunnilin ? súkkla oman til rundkoyringina við Smyril-Line og niðan aftur til rundkoyringina á Hvítanesvegnum og oman til málið við Plantusøluna.
Rutan, sum er løgd í ár, er gjørd so sløtt sum møguligt, so øll, ið hava hug at luttaka, kunnu koma við, teinurin er umleið 100 km.
Tey, sum ætla at luttaka, kunnu møta við Plantusøluna leygardagin kl. 9.30 kappingin byrjar kl.10.00.
Øll eru vælkomin við.
Sum vanligt, eru hjálparbilar við í kappingini, sigur Tórshavnar Súkklufelag.










