Frælsur Ítróttur Føroya skipar týsdagin og hósdagin fyri FM í kasti á kastivøllinum við Eysturskúlan í vikuni.
Týsdagin 22. juli verður kappast í hamarkasti og kúlustoyti. Byrjað verður klokkan 17 við hamarkasti hjá monnum og kvinnum. Hamarin hjá monnum vigar 7,26 kilo, og hjá kvinnum vigar hann 4 kilo.
Eftir kappingina í hamarkast verður farið undir kúlustoyti, sum eisini er fyri bæði menn og kvinnur. Kúlan hjá monnum vigar 7,26 kilo og hjá kvinnum er vektin 4 kilo eins og í hamarkasti.
Hósdagin verður diskokast og spjótkast. Byrjað verður klokkan 17 við diskokasti hjá monnum og kvinnum. Diskos hjá kvinnum vigar eitt kilo, meðan hann vigar tvey kilo monnum.
Síðani er spjótkast fyri bæði menn og kvinnur á skránni. Spjótið hjá kvinnum vigar 600 gramm hjá kvinnum og 800 gramm hjá monnum.
Tilmelding er á staðnum báðar dagarnar. Bara limir í feløgunum Bragdinum, Roysninum og Treystinum kunnu luttaka.