KAPPRÓÐUR: Triði FM kappróðurin er á skránni seinnapartin ídag. Tá verður kappast á Jóansøku, sum hesa ferð er á Tvøroyri. Barnaróðurin verður klokkan 13, og klokkan 15 verður farið undir hinar róðrarnar.´
Á Jóansøku verður kappast á øllum róðrarteinunum. Barnaróðurin er á 500 metrum, 10-mannaførini kappast á 2000 metrum, 8-mannaførini og 6-mannaførini við monnum kappast á 1500 metrum, og hinar kappingarnar eru á 1000 metrum.
Tað er rættuligt summarveður kring alt landið. Róðrarlíkindini eru góð, og ættin í morgun sigur, at tað verður undan hjá kappróðrarbátunum. Hann er eystan í ættini, vindferðin á Trongisvágsfirði er sambært lv.fo 5,6 metrar um sekundið, og hitastigini í morgun eru 9,2.
KLOKKAN 13
Barnaróður gentur
05 Firvaldur
06 Royndin Fríða
07 Jallurin
08 Hulda
09 Ørnin
10 Blikur
11 Tambar
12 Pílur
13 Havfrúgvin
= 10 bátar
Barnaróður dreingir
06 Frúgvin
07 Tambar
08 Firvaldur
09 Spógvin
10 Fípan Fagra
11 Teistin
12 Havfrúgvin
= 7 bátar
KLOKKAN 15
5-mannafør dreingir
02 Tjógvin
03 Pílur
04 Teistin
05 Fípan Fagra
06 Frúgvin
07 Havfrúgvin
08 Blikur
09 Drekin
10 Sílið
11 Erla Kongsdóttir
12 Jallurin
13 Svanur
14 Firvaldur
15 Sandingur
16 Royndin Fríða
= 15 bátar
6-mannafør kvinnur
07 Páll Fangi
08 Gongurólvur
09 Hvessingur
10 Jarnbardur
= 4 bátar
5-mannafør kvinnur
06 Teistin
07 Falkur
08 Blikur
09 Junkarin
10 Jallurin
11 Beinta
= 6 bátar
5-mannafør gentur
06 Spógvin
07 Sílið
08 Hvassi
09 Erla Kongsdóttir
10 Beinta
11 Drekin
12 Teistin
= 7 bátar
6-mannafør menn
06 Skúgvur
07 Gongurólvur
08 Lómur
09 Riddarin
10 Smyril
11 Tvørabáturin
= 6 bátar
8-mannafør
07 Miðvingur
08 Ørvur
09 Argjabáturin
10 Nevið Reyða
11 Kvívíkingur
= 5 bátar
10-mannafør
08 Vestmenningur
09 Klaksvíkingur
10 Hoyvíkingur
= 3 bátar