Orsøkin er, at á fyrsta FM-róðrinum á norðoyastevnu varð Drekin diskvalifiseraður eftir at verða komin á mál við júst somu tíð sum Teistin. Argja Róðrarfelag kærdi Drekan fyri viðurskifti, tey ikki mettu vera í lagi. Dómsnevndin í Róðrarsambandinum hevur síðan víst kæruni aftur, og tí verður umróður í dag.
Teistin og Drekin liggja ávikavist sum nummar 1 og 2 í kappingini.