FM kappingin í bridge byrjar

Komandi vikuskiftið verður fyrsta umfarið í FM kappingini fyri lið

 

Fríggjakvøldið 2. november verður fyrsta umfar av FM kappingini fyri lið spælt í Bridgehúsinum í Havn. Byrjað verður at spæla klokkan 19.30 og hildið verður fram leygarmorgunin klokkan 10.30.

Liðini í 1.deild er seks í tali, og í 2.deild hava átta lið boðað frá luttøku.

Ein broyting verður við kappingin í ár. Kappingarnevndin hjá FBS hevur nú avgjørt, at dystirnir verða 28 spøl. Vanligt hevur verið, at hvør dystur er 32 spøl.


Steypakappingin

Um onkur ætlar sær at spæla við í steypakappingini, er tíðin nú komin at tekna seg.

teypakappingin er skipað á tann hátt, at liðini, sum hittast, sjálvi avgera nær og hvar spælast skal. Í fjør spældu níggju lið við í steypakappingini, sum eysturingar við Símini Lassaberg á odda vunnu.


Opið hús

Sunnudagin kl 14 var opið hús í Bridgehúsinum.

Átta pør spældu við, og vinnarar gjørdust Allan Dal-Christiansen og Steinbjørn Zachariassen.

Opið hús verður í Bridgehúsinum hvønn sunnudag í vetur.








Hvussu hevði tú spælt ?


S/Allir

Norður

Sp K10965

Hj Q3

Rú A5

Kl Q1087

Vestur Eystur

Sp Q432 Sp 7

Hj K7 Hj A6542

Rú 432 Rú Q106

Kl J63 Kl A9542

Suður

Sp AJ8

Hj J1098

Rú KJ987

Kl K


NS: Helgi Joensen ? Eyðun Joensen

EV: Bogi Simonsen ? Rói á Rógvu Joensen


N E S V

- - 1 rú pass

1 sp pass 2 sp pass

4 sp D pass pass

pass


Eystur byrjaði við at taka fyri hjA og kl A, og spældi ein lítlan hjartara til kongin hjá makkaranum. Vestur spældi síðani ein lítlan kleyvara, sum Norður fekk við kl 10.

Hvussu skal Norður nú spæla?

Sjálvandi spældi hann ein lítlan spaðara til áttuni á borðinum. Skal nakað skil vera í duplingini, má Eystur hava sp Q fjórðu! Men gakk ? Vestur hevði frúnna, ein niður og ein reinan botn.

Hvussu hevði tú spælt?


Í einum øðrum spæli skuldi Bogi melda fyrst við hesum kortunum:


Sp 8

Hj D10865

Ru 98654

Kl 53


Hann valdi at opna við 2 hj, sum vísir eina veika hond við 5- ella 6-liti í hjartara. Sjálvt um hondin var heldur veik til hetta meldið, kendi hann á sær, at tað var mótparturin, sum hevði tey góðu kortini.

Næsta hond meldaði pass, og makkarin, Rói, meldaði 2ut, ið er eitt spyrjimeld. Aftur eitt pass frá mótpartinum, og Bogi meldaði við ringum tannabiti 3kl, sum vísir 5 lit og 5-7 hp. Makkarin brúkti ikki langa tíð at hugsa meir um hetta og meldaði 7hj.

Bogi hevði hug at angra nú, men ov seint var ? nú fingu teir ein botn, hugsaði hann. Spaðari kom út, og borðið kom niður!!!!


Sp E104

Hj EKB9

Ru EK72

Kl EK10


Bogi takkaði fyri. Rútarin sat 2-2, so tað var einki bein í at vinna 13 stikk.