Aftur í ár hevur kappingin lagað seg soleiðis, at einki er avgjørt undan seinasta umfarinum. Í fjør vann Vestmanna gullið, og tað hava teir eisini møguleika til í ár. Undan seinasta umfarinum er Klaksvík tó á odda við einum stigi. Seinasta umfarið skal Vestmanna telvað móti Klaksvík 2, meðan besta klaksvíkarliðið skal royna seg móti Havnini.
Hvørki Klaksvík ella Vestmanna hava tapt nakran dyst í kappingarárinum - báðir innanhýsis dystirnir eru endaði við javnleiki. Tí er møguleiki fyri, at liðini standa jøvn í stigum leygardagin, og tá eru dystarstigini eisini eins nógv í tali.
Um so er, verður neyðugt við umdysti millum liðini, áðrenn FM-vinnarin 2007 kann kjósast.