KAPPRÓÐUR
Tað er longu greitt, at tað í 2003 fara at verða sjey FM kappingar í kappróðri. Hetta hava feløgini samtykt á síðsta ársaðalfundinum. Enn er tað ikki greitt, hvar sjeynda kappingin skal verða hildin, men nú hevur RSF sett sjøtul á arbeiðið at finna fram til hetta.
RSF hevur sent feløgunum fýra uppskot til endurskipan ella nýskipan av kappróðrarstevnunum. Feløgini skulu siga sína hugsan, og so verður avgerðin tikin.
Upprunaliga tóktist broytingin einføld, tí tað hevur í fleiri ár verið tosað um, at bæði Fuglafjørður og Skálafjørður eru so góð róðrarøkir, at tað átti at havt verið kappast á báðum firðunum á hvørjum ári.
Men nú eru uppskotini fýra í tali, og tað er bara eitt av teimum, sum leggur upp til, at tað á hvørjum ári skal kappast bæði á Skálafjørðinum og á Fuglafirði. Tað er uppskot fýra, sum leggur upp til, at býtið av FM kappingunum verður, sum tað hevur verið higartil, men at Skálafjørðurin og Fuglafjørður verða stevnuøki á hvørjum ári.
Í fyrsta uppskotinum verður skotið upp, at Vestmanna og Fuglafjørður skulu skiftast um annað hvørt ár, at tað skal kappast í Runavík á hvørjum ári, og at Vestanstevnan skal skifta ímillum stóru bygdirnar í Vágum. Higartil hevur Vestmanna skift við bygdirnar í Vágum.
Í uppskoti tvey verður lagt upp til, at kappingin skal vera í Vestmanna annað hvørt ár, og at Skála og Strendur skulu vera vertir fjórða hvørt ár. Vestanstevnan skal vera í Vágum, og Runavík og Fuglafjørður skulu skiftast um, soleiðis sum hesi plássini hava gjørt higartil.
Í uppskoti trý verður skotið upp, at Vestmanna og Kollafjørður skulu skiftast um eina kapping, at Hósvík og Hvalvík skulu vera vertir triðja hvørt ár, og at Skála og Strendur skulu skiftast um triðja árið. Fuglafjørður og Runavík skulu framvegis skiftast um, og Vestanstevnan skal ferðast millum tær tríggjar bygdirnar í Vágum.
Skála og Strendur hava higartil ikki verið vertir fyri FM kappingum. Felags fyri bæði plássini er, at tey nógvu tey seinastu árini hava skipað fyri kappróðri á bygdastevnunum. Luttakaratalið hevur ikki altíð verið so stórt, tí talan ikki hevur verið um FM kappingar, men umstøðurnar hava víst seg at vera góðar.
Tá ið tað í gomlum døgum ? tað vil siga frá 1964 og fram til 1972 ? í einari kapping eftir ólavsøku varð funnið fram til FM vinnararnar, kom tað fleiri ferðir fyri, at tað varð kappast á Skála.
Ymsar metingar
Hannis Joensen, formaður í RSF, sigur, at tað hevur stóran týdning, at róðrarfeløgini siga sína hugsan. Tað eru jú feløgini, sum mynda Róðrarsambandið. Formaðurin í RSF leggur afturat, at tað tykjast vera ymisk viðurskifti, sum telja við, tá ið feløgini hugsa um sína støðu.
Tað hevur nógv at siga, hvussu róðrarøkini eru. Bæði tá ið tað snýr seg um teinarnar ? um tað er møguleiki fyri eisini at rógva á 1500 og 2000 metrum ? og hvussu umstøðurnar eru við sjóvarfalli og veðri.
Men tað spælir eisini inn, hvussu kappróðurin hevur tað í plássunum, sum skulu verða vertir. Dømi eru um róðrarfeløg, sum støðugt taka lut í FM kappingunum við fleiri manningum, men sum ikki hava verið upp á tal sum vertir í FM kappingum. Dømi eru eisini um feløg, sum aftur og aftur eru vertir fyri FM kappingunum, men sum so at siga ikki taka lut í FM kappingunum.
Eitt dømi um felag, sum hevur verið trúfast at taka lut, men sum ongantíð er vertur, er Kvívík og eitt annað dømi er Argir. Dømi um feløg, sum eru vertir annað hvørt ár, og har tað í fleiri ár ikki hevur verið so nógv lív í kappróðrinum, eru Fuglafjørður og Tvøroyri.
Sandavágur fær ákoyringar
Klaksvíkar Róðrarfelag hevur bestu heimasíðuna av øllum, tá ið tað snýr seg um kappróður. Síðani Róðrarsambandið 31. oktober sendi feløgunum tey fýra uppskoftini við møguleikum fyri sjeyndu FM stevnuni, hava nógvar viðmerkingar frá róðrarfólki verið á heimasíðuni. Vandin er sjálvandi alla tíðina, at kjakið fer at sporinum og verður lítið virðiligt. Men higartil hevur tað við næstan ongum undantøkum verður siðiligt.
Eitt sjónarmið, sum ofta er frammi, er, at Skálafjørður og Fuglafjørður eru góð róðrarøkir, og at hetta eigur at telja við.
Eitt annað sjónarmið, sum ofta hevur verið frammi, er, at Sandavágur ikki er væl egnaður sum róðrarøki. Summi halda, at tað als ikki skuldi verið loyvt at kappast í Sandavági, og onnur halda, at møguleikin fyri, nær tað verður avgjørt at flyta úr Sandavági og til Miðvágs, átti at verið oftari nýttur, enn hann hevur verið higartil.
Men tað eru feløgini, sum eiga Róðrarsambandið, og tað verða tey, sum nú eiga stóra orðið um, hvar FM kappingarnar fara at verða hildnar í framtíðini.
Á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Róðrarfelag er møguleiki fyri at atkvøða um, hvussu tað skal verða í framtíðini. Sovornar atkvøðugreiðslur skulu sjálvandi takast við øllum møguligum fyrivarnum. Talan er meiri um eina kapping enn um eina kanning. Higartil hevur undirtøkan fyri uppskoti eitt verið størr enn fyri hinum trimum uppskotunum tilsaman. Tað vil siga, at tað annað hvørt ár skal kappast í Vestmanna og í Fuglafirði, at tað skal kappast í Runavík á hvørjum ári, og at tær tríggjar stóru bygdirnar í Vágum skulu skiftast um at vera vertir fyri FM kapping.