FM í inniróðri leygardagin

Inniróður - Tá freistin var úti á midnátt, høvdu 89 røðarar og 18 lið meldað seg til óalmennu FM-kappingina í inniróðri, sum verður í Eysturskúlanum leygardagin

Óalmenna FM-kappingin í inniróðri, sum hevur almenna heitið, Formula-kappingin, verður nú leygardagin. Sjálv FM-kapp­ingin verður í aulini í Eystur­skúlanum, men røðarar­nir fáa góðar møguleikar at hita upp í fimleikahøllini.
Tá tilmeldingarfreistin var úti á midnátt, høvdu 21 konu­fólk og 68 mannfólk meldað seg til, umframt sjey kvinnulið og 11 manslið. So her er heilt fitt av fólki til at kappast í teim­um mongu bólkunum, ið eru hesa ferð.
Fyri at fáa fleiri konufólk við til kappingina, høvdu fyri­reikararnir aftur í ár gjørt eina stafett bara fyri konufólk, har tað bara eru konufólk, ið kapp­ast ímóti hvørjumøðrum. Harumframt eru eisini gjørdir fleiri bólkar, so javnaldrar kapp­ast ímóti hvørjumøðrum.
Hjá teimum yngru eru fýra bólkar hjá konufólkum og fýra hjá mannfólkum, og bara ein vektbólkur er fyri hvønn bólk. Tey, sum eru 12 ár og yngri rógva 500 metrar, tey 13 til 14 ára gomlu, og bólkarnir 15 til 16 ár og 17 til 18 ár, rógva 2000 metrar.

Við í fleiri bólkum
Opnu bólkarnir hjá kvinnum og monnum rógva eisini 2000 metrar, men har eru tveir vekt­bólkar fyri hvønn. Hjá kvinn­um er lættvektsbólkurin 61,5 kilo ella minni og tung­vektsbólkurin 61,5 kilo ella meira, og hjá monnunum eru tilsvarandi kilotølini 75 kilo ella minni og 75 kilo ella meira.
Somuleiðis eru bólkar hjá bæði kvinnum og monnum, 35 ár og eldri, ið rógva 2000 metrar, men har er bara ein vekt­bólkur.
Í bólkinum, ið kallast 500 metrar sprint, rógva kvinnur og menn samstundis, og her verður úrslitið roknað út eftir kyni, aldri og vekt. Brúktur verður ein serligur út­rokn­ingar­­frymil, so tí kann ein kvinna saktans vinna á ein­um manni, hóast maðurin rør skjót­ari, tí tíðirnar verða lut­fals­ligar.
At enda eru so liðkapp­ing­arnar hjá kvinnum og monn­um, sum eru í tveimum bólk­um. Í øðrum bólkinum eru bara kvinnur og í hinum kunnu bæði vera kvinnur og menn. Hvør røðari rør 500 metrar, og eis­ini her verður serligi út­rokn­ingar­frymilin brúktur, so tíðir­nar kunnu vera saman­beriligar.
Røðarar kunnu vera við í fleiri kappingargreinum, so tað eitt nú ber til at rógva 500 metr­ar í sprintkappingini, 2000 metr­ar í opnum bólki og 500 metr­ar í liðkappingini.