Vikuskiftið 6. og 7. november kunnu øll, sum hava hug, luttaka í fótbóltskappingini í høllini í Vági. FC Suðuroy skipar fyri kappingini, sum hevur eitt afturvendandi tiltak umleið 20 ár.
Vanligt var, at sjálvfótbóltskappingin endaði við eini rimmar veitslu við bæði borðhaldi og dansi, men soleiðis hevur ikki verið seinnu árini. Henda táttin ætla fyrireikararnir at royna aftur nú, tí fleiri fólk hava saknað hetta.
Tað merkir so, at luttakararnir kappast um óalmenna Føroyameistaraheitið fríggjakvøld og leygardag, og leygarkvøldið verður tað ? eins og tað plagdi at vera ? borðhald og dansur. Í nítiárunum var henda kappingini, sum VB skipaði fyri, av mongum mett at vera endaliga punktumið fyri fótbóltsárið, og tað er hetta fyrireikararnir ynskja at endurskapa.
Fleiri upplýsingar um tiltakið eru at finna á heimasíðuni hjá FC Suðuroy.