FM í innandura fótbólti verður endurtikið

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr formannin í Giza Hoyvík taka samanum kappingina, sum var avgreidd ígjár

Ígjár var FM í innandura fótbólti avgreitt í Hoyvíkshøllini. HB vann kappingina hjá monnum og B68 vann kappingina hjá kvinnum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr formannin í Giza Hoyvík, Kenneth Hovgaard greiða frá.

 

Kenneth Hovgaard staðfestir, at kappingin verður endurtikin, men tað kann henda seg, at tað ikki verður akkurát fyrst í januar, at kappingin verður avgreidd næstu ferð.

 

Kenneth Hovgaard greiðir frá, at undirtøkan frá áskoðarum, og frá teimum, sum fylgdu við á beinleiðis stroymingini var góð. Tey, sum kappaðust vóru nøgd við kappingina, men høvdu ynskt, at tað framyvir verður talan um eina betri mannaða kapping næstu ferð við fleiri liðum, og gjarna við betri mannaðum liðum hjá teimum sterkastu feløgunum.