FM í innandura fótbólti í Vági – nú á graslíki

Júst sum í gomlum døgum, verður nú skipað fyri øðrvísi FM kapping í Vági eftir kappingarlok

Skipað verður nú fyri FM í fótbólti Marghøllini í Vági.  Í nógv ár var fastur táttur, at eftir kappingarárið í fótbólti var liðugt, varð skipað fyri FM í innandura í Vágs Høll. Hetta var gjøgnum nógv ár eitt stórt tiltak, har hundraðtals kvinnur og menn samlaðust í Suðuroynni í eitt vikuskifti til fótbólt og hugna, eftir eitt langt og strævið kappingarár.

 

Eftir ein steðg í nógv ár, verður aftur skipað fyri FM í innandura fótbólti í Vági – hesa ferð á graslíki. Vikuskiftið 9. til 11. november 2018 verður Marghøllin í Vági karmur um stórt tiltak, har landsins bestu spælarar hjá kvinnum og monnum aftur fáa møguleikan at samlast.

 

Kappingin byrjar fríggjadagin 9. novembur seinnapartin, og heldur fram til út á kvøldið. Leygarmorgun verður hildið fram, og koyrir kappingin til út á seinnapartin. Leygarkvøldið, eftir at kappingin er liðug, verður stór gallaveitsla, har bestu spælarar og málmenn verða valdir. Heiðurslønir verða eisini til toppskjúttar og besta málið verður valt.

 

Á veitsluni verða kosnir ársins spælarar, ársins stjørnuskot, ársins málmaður, toppskjúttar í Betri deildini, og ársins venjari hjá bæði kvinnum og monnum, og ársins dómari. Dómarir úr føroysku landskappingini, døma kappingina í Marghøllini.

 

Kappingin er ætla øllum fótbóltsfeløgum hjá monnum og kvinnum – og eru tað umboð fyri bestu lið felagsins, ið luttaka. Spælt verður á hálvum vølli. Tað verða átta spælarar og tveir útskiftarar á hvørjum liði. Hvørt felag kann hava fleiri lið til kappingina. Hvør dystur verður tvær ferðir tíggju.