FM hevur rundað Klakkin

Við rimmar frísparki av eyðkenda slagnum skoraði Árni Frederiksberg sigurrmálið úr 27 metrum

Tað er ikki ástøðiliga staðfest, men nú verður tað ikki øðrvísi. Eftir 2-1 sigur á útivølli ímóti næsta avbjóðaranum, vann KÍ í dag 2-1 í Sarpugerði ímóti Víkingi, sum var skert av at Sølvi Vatnhamar vara sjúkur, og at vongverjin í høgru Bárður J. Hansen var skaddur.

 

Nú tað resta fimm umfør og tað harvið eru 15 stig at spæla um, eru tað 12 stig frá KÍ og aftur til Víking. KÍ vann í fjør FM fyri 19. ferð, og sigurin í Gøtu í tað ber við sær, at klaksvíkingar nú hava rundað Klakkin við 20. FM heitinum. Nú snýr tað seg í fimm dystum um at vinna fýra stig, og tað sær út til næstan at vera avgreiðsluspurningur hjá liðnum, sum higartil hevur vunnið allar dystirnar uttan tveir, ið eru endaðir við javnir.

 

Sigursmálið í dag skoraði Árni Frederiksberg smáar 20 minuttir undan dystarloki. KÍ vann fríspark sjey metrar uttanfyri brotsteigin og eitt sindur í vinstru. Heimaliðið setti manngarð, men tað legði Frederiksbergmaðurin vertin í. Hann sendi bóltin framvið manngarðin og heilt upp í nærru samankomingina, og so fegnaðust klaksvíkingar um tað, sum vísti seg at vera sigursmálið.

 

Fimm minuttir undan leikloki hevði Víkingur fínan møguleika at javna, tá ið Ingi Jonhardsson spældi í vinstru til innskifta Finn Justinussen, sum smekkaði til, men KÍ málverjin Mathias Rosenørn stórbjargaði.  

 

Talan var um fínan fótbóltsdyst millum tvey tey fremstu í føroyskum fótbólti. Ferðin var høg, í løtum var spælið gott á váta vøllinum og í fyrra hálvleiki fríska lotinum, nærdystirnir vóru nógvir, og so vóru tað spentar støður frammanfyri bæði málini.

 

Í fyrra hálvleiki varð einki mál skorað. Víkingur setti hol á beinanvegin eftir steðgin. Málið átti KÍ málverjin. Stóri veikleikin hjá honum er, at hann so ofta kiksar í útspælinum, og soleiðis var tað eisini í hesum førinum. Málverjin spældi fram eftir miðásinum, har Géza Dávid Túri takkaði fyri, og eftir tvær sendingar var tað Martin Klein Joensen, sum við høvdinum og úr vinstru stýrdi bóltin mitt innfyri málið, har Jákup Johansen við høvdinum og úr tveimum metrum setti bóltin í málið.

 

Ein stóran minutt seinni var 1-1. Árni Frederiksberg legði við horna úr vinstru innfyri, bólturin varð við nærra stólpa snittaður víðari, og eftir øgiligt trunkaspæl ein metur frá málstrikuni var tað René Shaki Joenssen, sum lyfti bóltin upp í nettakið.

 

Og so var tað, at Árni Frederiksberg vísti áskoðarunum – millum teirra var landsliðsvenjarin – hvussu framúr hann er at skjóta fríspørk.

 

-Hetta kennist vera tungt, tí vit kenna okkum hava meiri uppiborið enn null stig. Vit løgdu bragdliga fyri eftir steðgin og skoraðu, men so fingu teir eitt øgiliga keðiligt mál, har vit halda, at bólturin var í hondini á einum KÍ spælara. Og so var tað frísparkið hjá Árna. Eg hevði hondina á bóltinum, men tíverri fór bólturin í málið, og nú fara vit at ynskja KÍ til lukku við FM heitinum, sigur málverjin hjá Víkingi Bárður á Reynatrøð.

 

Árni Frederiksberg fegnast um sigurin:

 

-Nú hava vit fleiri ferðir latið mál ígjøgnum og kortini vent tí, og aftur í dag reistu vit okkum beinanvegin. Tá ið vit høvdu lagt okkum á odda, var tað setningurin hjá teimum at skapa og hjá okkum at bíða, og tað eydnaðist til fulnar. Tað var hugaligt at síggja bóltin fara í netið eftir frísparkið, tí tað var ikki so lætt at skjóta, tá ið umstøðurnar vóru, sum tær vóru.

 

Og nú eru tit FM vinnarar?

 

-Nei. Fríggjakvøldið eiga vit B68 á heimavølli, og nú verður tað tann dysturin, sum vit fara at hugsa um, sigur Árni Frederiksberg, sum skoraði 2-1 sigursmálið, sum ber við sær, at FM heitið - tað 20.  í røðini - er komið inn um Klakkkin. 

 

 

 

 

 

Víkingur – KÍ  1-2 (0-0)

 

1-0: Jákup Johansen 48.

 

1-1: René Shaki Joensen 50.

 

1-2: Árni Frederiksberg 77.

 

Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen – Ari  Olsen, Arnbjørn Svensson, Géza Dávid Turi, Ingi Jonhardsson – Jákup Johansen, Andreas Lava Olsen

 

KÍ: Mathias Rosenørn – René Shaki Joensen, Jesper Brinck, Heini Vatnsdal, Patrick Da Silva – Árni Frederiksberg, Jákup B. Andreasen, Mads Bo Mikkelsen, Jóannes K. Danielsen – Jóannes Bjartalíð, Páll A. Klettskarð