Hetta vikuskiftið verða fimm dystir leiktir í fremstu flogbóltsdeildunum her á landi, og hóast tað so at siga longu er avgjørt, hvar gullkrónurnar enda, so er framvegis nógv eftir at spæla um hjá hinum liðunum í deildini.
Hjá kvinnunum varð fyrsti dysturin leiktur longu fríggjadagin, tá ÍF og TB hittust í høllini á Kambsdali. Hvussu úrslitið av hesum dysti gjørdist, vita vit ikki í skrivandi løtu, men hevur TB fingið væntaðu stigini, hava tær styrkt sær munandi um støðuna á stigatalvuni, har tær frammanundan vóru á øðrum plássi, ájavnir við Drátti á triðja plássinum.
Seinni dysturin hetta vikuskifti stendur millum Mjølnir og Fleyr, sum leygardagin hittast í KÍ-høllini. Einki er at taka seg aftur í, at Mjølnir eru stórfavorittar undan dystinum, tí higartil í ár hava tær skúgva alla mótstøðu til viks, meðan tað hjá Fleyr hevur gingið út av lagi vánaligt.
Fleyr fer longur fram
Tríggir dystir skulu leikast í bestu mansdeildini um vikuskiftið, og verða tveir teirra leiktir leygardagin.
Í Eysturskúlanum skal Fram royna seg móti ÍF, og mett eftir úrslitunum higartil í ár er lítið at ivast í, at Fram er favorittur at vinna dystin. ÍF hevur tó fyrr avrikað okkurt óvæntað í ár, so havnarmenninir skulu helst ikki kenna seg alt ov tryggar.
Í Klaksvík verður eisini dystur í mansdeildini leygardagin, tá menninir hjá Fleyr koma á vitjan. Mjølnir liggja í løtuni á øðrum plássi í kappingini, men ilt er at ímynda sær, at teir framvegis eru á hesum plássi eftir dystirnar leygardagin. Higartil hava menninir hjá Fleyr verið fullkomuliga suverenir, og lítið er at ivast í, at Mjølnir má lata sær lynda, at teir eftir vikuskfitð eru farnir aftur á triðja plássið.
Sunnudagin skulu menninir hjá Fleyr aftur royna seg, og verða tað tá sørvingar, sum standa hinumegin netið. SÍ hevði eitt tíðarskeið rættuliga góðan byrð, men síðani vetrarsteðgin hava úrslitini ikki verið heilt so góð. Ikki er sannlíkt, at hetta broytist stórvegis sunnudagin, tá Fleyr helst fyllir sær tvey stig afturat í stigaposan, sum nú er um at verða fullrokaður.