Í kvøld og í annaðkvøld er FM fyri ung í flogbólti í høllini í Trongisvági.
Fyrsti FM-vinnarin er longu funnin, og er tað SÍ í dreingjum 15. SÍ er í øllum ungdómsfinalunum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Magnus Tausen, formann í flogbóltssambandinum greiða frá FM fyri ung. Óli G. Samuelsen gjørdi samrøðuna.
FM fyri ung í Trongisvági hevur roynst væl í mong ár, og tí velur FBF at halda fast við leistin.
Skráin er hendan:
Fríggjadag 9. mars:
Dreingir 15: SÍ - Fleyr 3-0 (25-16, 25-11, 26-24)
Gentur 16: SÍ - Fleyr kl. 18.30
Dreingir 17: SÍ - Fleyr kl. 20.30
Leygardag 10. mars:
Gentur 12: SÍ - Ternan kl. 10.00
Dreingir 12: SÍ - Ternan kl. 11.00
Gentur 14 A: SÍ a - TB a kl. 12.00
Mansungl.: SÍ - Fleyr kl. 14.00
Gentur 14 B: SÍ b - KÍF b kl. 16.00
Gentur 19: SÍ - Fleyr kl. 18.00
Kvinnuungl.: Fleyr - SÍ kl. 20.00