Tað er Fimleikasambandið, sum saman við Ljósinum og Havnar Fimleikafelag skipar fyri kappingini.
Kappingin verður skipað í tveimum. Fyrra kappingin er fyri kvinnu- og mansunglingar, kvinnur og menn, og byrjar kl. 12:00. Seinna kappingin er fyri pinkur, piltar, gentur og dreingir, og byrjar kl. 16:00.
Fimleikararnir fara at kappast í gólvíðkan, basic line, lopi, bita, forskotnari barr, paralell barr og í ringum. Ein partur av kappingini verður tó í fimleikahøllini í Rituvíkar skúla. Tað er kappingin í forskotnari barr hjá pinkum og gentum; tær fara at kappast fríggjakvøldið 9. november kl. 18:00.
Seinnu árini hava amboðsfimleikararnir fingið fleiri kappingar at fara til, og hetta gevur eyka venjing og royndir. Tað sæst eisini, at fimleikararnir eru nógv mentir seinastu tíðina, so tað verður spennandi at vita, hvussu leikur fer í ítróttarhøllini í Hoyvík leygardagin.