FM fyri Feløg í Vági

Komandi vikuskiftið verður FM fyri feløg í bridge leikt í Bridgehúsinum í Vági

Bridge

Kappingin hevur verið spæld í Vági tey seinastu árini, har hon hevur verið framúr væl fyriskipað.
Kappingin er soleiðis háttað, at hvørt bridgefelag, ið er limur í Føroya Bridge Samband, kann senda eitt lið til kappingina. Spælt verður ein dystur móti hvørjum liði.
Tað er Eysturoyar Bridgefelag, sum áður hevur verið rættiliga dominerandi, ið hevur vunnið kappingina oftast. Teir vunnu eisini kappingina í fjør, og tí mugu teir helst metast sum favorittar til kappingina hesaferð.
Tá Eysturoyar Bridgefelag eisini vann steypin til ognar í fjør, hevur P/F NORMEK maskinverkstaður latið eitt nýtt steyp til kappingina.
Feløgini, ið taka lut í kappingini, eru annars Bridgedeild Kaggans, Havnar Bridgefelag, Nýggja Bridgefelag, Eysturoyar Bridgefelag, Vágs Bridgefelag, Klaksvíkar Bridgefelag og Tvøroyar Bridgefelag.

Bridge í Hetlandi
Saman við Smyrli Line verður skipað fyri einum bridgetúrið til Hetlands. Fari verður hóskvøldi 14. oktober 2004 og fráferð úr Lerwick sunnudagin um fimmtíðina. Gist verður á Hotel Shetland. Kostnaður fyri túrin er 1400 kr. á fýramanskamari incl. tvær gistingar á Hotel Shetland við morgunmati.
Spælt verður móti hetlendingum bæði fríggjakvøld og leygarkvøld. Talan er um avmarkaða luttøku, og tí mugu áhugaðir spælarar siga frá skjótast gjørligt hjá Boga Simonsen á tlf. 222756.