FM fyri einstaklingar í talvi um páskirnar

FM í talvi fyri einstaklingar verður í Løkshøll í Runavík um páskirnar.

FM í talvi fyri einstaklingar verður í Løkshøll í Runavík um páskirnar. Byrjað verður leygardagin 8. apríl, og telvað verður til leygardagin 15 apríl.  

 

 

Telvað verða 9. umfør. Umhugsunartíðin er 90 minuttir fyrstu 40 leikirnar. Síðani verða 15 minuttir lagdir afturat klokkuni, skrivar Talvsamband Føroya á heimasíðuni. 

 

 

Teir hægst rataðu (Elo-tal verður brúkt) luttakararnir telva í Landsliðsbólkinum um Føroya Meistaraheitið í Talvi 2017.

 

 

Næstu telvararnir mynda 1. Bólk og Almenna bólkin. Unglingar telva um FM-heitið fyri unglingar.

 

 

Telvað verður í Løkshøll, og verða 30 talv víst beinleiðis hvønn dag, skrivar Talvsamband Føroya