Í dag byrja kappingarnar á Tórsbreyt klokkan 14. Heiðursmerkjahandaninar verða avgreiddar so hvørt.
Ì dag verður kappast í :
100m renning
400m renning
800m renning
5.000m renning
Longdarlopi
Hamaravarpi
Diskoskasti
Tilmeldingin er tann besta í hesari øldini. Umleið 50 fólk hava meldað til teir 140 startirnar, sum verða til FM-kappingina í frælsum ítrótti á hesum sinni.
Sunnudagin verður kappast í :
100m/110m hekkurenning
200m renning
1.500m renning
3.000m forðarenning
Hæddarlopi
Spjótkasti
Kúlustoyti
Formaðurin í FÍF, Hallur Holm sigur við Sportalin, at teir ætla at avgreiða kappingarnar skjótt og væl, og at í seinasta lagi klokkan 16 verða tey seinastu heiðursmerkini til kappingarnar í dag handaði.
Í morgin verður eisini kappast millum klokkan 14 og 16, og vónar Hallur Holm, at mong fólk fara at koma og hyggja eftir einari spennandi og áhugaverdari FM-kapping í frælsum ítrótti.