Leygardagin og sunnudagin verður avgjørt, hvørji eru Føroya best innan frælsan ítrótt. Tá skulu nevniliga føroyameistararnir finnast. Tað er komið dátt við hjá Frælsur Ítróttur Føroya, sum skipar fyri kappingini, at nógvir skaðar hava minkað um luttakaratali, men nú hevur sambandið gjørt av at leingja tilmeldingarfreistina til hósdagin á middegi. Tískil er enn møguleiki hjá øllum áhugaðum at melda seg til. Kravið er einans, at tú ert fødd/ur í 1997 ella fyrr. Tilmeldingin fer fram á heimasíðuni www.renn.fo.
Kappast verður í hesum greinunum:
Leygardagin: 100m, 400m, 800m, 5.000m, 400m hekk, 4x100m, longdarlop, sleggjuvarp og klingrukast
Sunnudagin: 200m, 1.500m, 100m/110m hekk, 3.000m forðarenning, 4x400m, hæddarlop, trístøkk, kúlustoyt og spjótkast